Heðin Hansen hevur fingið leikbann í tríggjar dystir, eftir at hann bleiv útvístur í fjóðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Skírisdag vann HB 2-1 á EB/Streymi, men rokið móti endanum av dystinum hevur nú fingið eftirspæl.
Hendingin sæst við at trýsta á pílin á myndini
Miðvallarin hjá HB fekk í fyrstu atløgu beinleiðis reytt kort fyri takling aftanifrá. Í sekundunum eftir bleiv rættiligt rok á vøllinum, tá ein spælari royndi at lyfta Heðin Hansen, sum eftirfylgjandi reageraði við at senda armi afturum seg.
Í rokinum fekk fyrst Símun Samuelsen úr HB gult kort fyri at blanda seg, meðan Árni G. Olsen úr EB/Streymi fekk sítt seinna gula kort í dystinum, fyri somuleiðis at luttaka í rokinum. Alt tóktist liðugt, tá dómarin, Alex Troleis, á veg vekk frá støðuni rendi eitt beinleiðis reytt kort í andlitið á Poul G. Olsen úr EB/Streymi, eftir at hesin hevði sagt eitt hvørt.
Fótbóltssambandið er komið eftir, at Heðin Hansen fær ein dyst fyri taklingina, og tríggjar dystir fyri at sláa, meðan bólturin ikki er í spæl. Samanlagt verður hetta fýra dystir, men tað verður eisini viðmerkt, at Heðin Hansen verður ertaður í støðini. Tað gevur ein dyst færri í leikbann.
Sosatt skal HB spæla uttan Heðin Hansen í tríggjar dystir. Hann sat uttanfyri móti B36 í gjár. Hann skal eisini sita uttanfyri móti NSÍ í Runavík og heimadystinum móti Víkingi. Høvðuspersónurin er vónbrotin av langa leikbanninum. Meiri um tað seinni í kvøld.
(Úr táttinum: Vegleiðing um leikbann hjá Fótbóltssambandinum)
Leikbann í 3 dystir:
Verður givið fyri grov brot sum m.a.:
- at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spælið, ella um spælið fer fram aðrastaðni á vøllinum.