Heðin gevst í EB/Streymi eftir kappingarárið

- Eg havi ikki fingið tað at rigga, sum eg ætlaði, sigur venjarin

Heðin Askham heldur ikki fram sum venjari hjá EB/Streymi eftir hetta kappingarárið. Tað eru partarnir blivnir samdir um, eftir at gongdin hevur verið minni góð seinastu tíðina.

 

- Eg gevist í EB/Streymi. Tað er eitt sindur av tíð síðan, at eg tók tað avgerðina og gevist fyribils við fótbóltinum í eina tíð. Vit hava avrikað illa í ár, og eg havi ikki fingið tað at rigga, sum eg ætlaði, sigur Heðin Askham.

 

Hann sigur seg hava fingið boðini frá nevndini eisini, sum nú leitar eftir nýggjum venjara. Heðin Askham vil tó ikki avskriva, at hann verður at síggja aftur í fótbóltinum.

 

- Tú veist hvussu tað er í fótbólti. Tú kanst ongantíð siga ongantíð, men vit hava eina avbjóðing í føroyskum fótbólti, har venjaralønin ikki svarar til eitt fulltíðarstarv. Tá tú so hevur eitt fulltíðarstarv við síðuna av, so verður hvør dagur fult bookaður, sigur Heðin Askham, um avbjóðingarnar at verða venjari í Betri deildini í dag.

 

Hann ásannar eisini, at hann ikki hevur fingið nokk burturúr hópinum hjá EB/Streymi í hesum kappingarárinum.

 

- Eg havi ikki fingið tað at rigga, sum eg ætlaði undan kappingarárinum. Tað er einki ilt millum partarnar. Hópurin er intaktur og vit fara nú at royna at yvirliva sum best restina av hesum kappingarárinum, sigur Heðin Askham.

 

Hann tók við sum venjari í EB/Streymi á øðrum sinni í 2017. Undan tí, var hann venjari hjá felagnum frá 2009 til 2012, har krúnan á verkinum var FM í 2012.