Heðin fjøruti mál í bestu deildini

Málið, sum bar FM heitið við sær, var kanska eitt tað besta og í hvussu so er tað minnisríkasta hjá Heðini á Lakjuni

 

Matchvinnarin


á Lakjuni er eitt av mest kendu eftirnøvnunum í føroyskum fótbólti í níti árunum. Eldru brøðurnir hjá Heðini á Lakjuni, Jákup Oluf og Jógvan, vóru uppløgd evni til besta KÍ liðið, áðrenn teir gjørdust skipsmenn, og yngri beiggin, Kristian, vísti í fjør fín evni á besta KÍ liðnum.

Leygardagin skoraðu tvey systkinabørn, tá ÍF vann 2?0 í Runavík, og millum liðfelagarnar hjá Heðini var systkinabarnið Magni á Lakjuni.


40 mál

Heðin á Lakjuni hevur verið millum mest eyðsýndu fótbóltsspælararnar í Føroyum seinnapartin av níti árunum.

Hann kom á besta KÍ liðið í 1995. Tá skoraði hann trý mál. Tað fyrsta skoraði hann í tólvta umfarinum. Talan var um sigursmálið í 4?3 heimasigrinum ímóti B68. Í 1996 skoraði Heðin á Lakjuni tvey mál, í 1997 níggju mál, og í 1998 skoraði nýggi FM vinnarin fýra mál.

Tá Heðin á Lakjuni í 1999 fyri fyrstu ferð vann FM, hjálpti hann til m. a. við at skora seks mál, og í fjør vísti kontoin sjey mál.

Heðin á Lakjuni hevur skorað tólv mál í ár. Tað er hægsta talið, sum hann higartil hevur skorað í landskappingini. Samlaða talið er 40, og so skulu vit leggja øll málini, sum Heðin hevur skorað í steypakappingini.

Men eingin ivi man vera um, at 1?0 málið í avgerandi dystinum um FM heitið í 2001 fer altíð at standa ógvuliga frammarlaga í fótbóltshuganum hjá Heðini á Lakjuni, sum komandi leygardag hevur møguleika at koma uppaftur longri upp á skjúttaralistanum. Heðin er sera væl fyri, og tí er góður møguleiki fyri, at hann bæði fer at skora eina og tvær ferðir í Vági.