Heðin fekk medalju fyri trúgva tænastu

Á almennari móttøku á Fútaskrivstovuni í Havn fríggjadagin 31. august í sambandi við at Heðin Mikkelsen, varaleiðari, hevði 50 ára starvsdag, fekk hann eisini fortjenstmedaljuna frá drotningini fyri trúgva tænastu.

Heðin byrjaði sum lærlingur í 1957, og tjúgu ár seinni var hann settur sum skrivstovuleiðari, til hann fyri trimum árum síðan, eftir egnum ynski, tók við starvinum sum varaleiðari.


Heðin er 67 ára gamal og havnarmaður. Hann vaks upp á Trapputrøðni við Tinghúsvegin. Hann er giftur Ingibjørg, f. Zachariassen, úr Havn. Tey eiga døturnar Eydna og Marin, sum búgva í høvuðsstaðnum, og Guðrum sum býr Danmark. Barnabørnini eru 8 í tali.


C. Pløjensgøta hevur havt ein sentralan týdning í lívinum hjá Heðini. Umframt at Fútaskrivstovan var har í mong ár, flutti hann fyri nøkrum árum síðan úr Gundadali oman í C. Pløjensgøtu at búgva í gomlu húsunum hjá abbanum.


Tað man liggja til familjuna at vera trúføst í starvi. Fyri fýra árum síðan hevði eldri bróðurin, Tórbjørn Mikkelsen, 50 ára starvsdag á Toll- og Skattstovuni og fekk eisini medalju frá drotningini.


Heðin er íðin B36-viðhaldsmaður og spældi eisini har sum ungur. Annars er tað mest í hondbóltsfelagnum Kyndli, hann hevur verið virkin sum leikari í mong ár. Hann hevur eisini sungið í Havnarkórinum í nógv ár og er framvegis knýttur at kórinum.


mg