Nú tað resta trý umfør, er EB/Streymur aftur í vanda fyri at missa plássið í bestu deildini.
Í dag tapti EB/Streymur lyklauppgerð á heimavølli 2-1 ímóti Skála. Sigurin hjá skálamonnum ber við sær, at Skála nú mest sum er leyst av vandanum fyri at flyta niður. Skála hervur 29 stig, og tað eru sjey lið og betri málmunur aftur til 07 Vestur, nú tað resta trý umfør.
-Vit kenna okkum ikki enn at vera tryggjaðar, og tí er alneyðugt hjá okkum at fáa fleiri stig, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen, sum sjálvandi er fegin um 2-1 sigurin í Streymnesi ídag:
-Teir vóru fyrstu løtuna meiri á bóltinum, enn vit vóru, men tað endaði ikki við uppløgdum møguleikum. Í seinna hálvleiki spældu teir ofta við longdum sendingum, og tað kláraði verjan hjá okkum væl, sigur Pauli Poulsen.
Í EB/Streymi eru teir ógvuliga vónbrotnir.
-Vit mugu staðfesta, at vit nú eru í veruligum vanda fyri at flyta niður. Sunnudagin skulu vit í Gundadal at spæla ímóti HB, og nú mugu vit fokusera á ta avbjóðingina og ikki á vónbrotið, sum 2-1 tapið ímóti Skála kennist at vera, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.
Stóri maðurin hjá Skála var Michal Przybylski, sum í fyrra hálvleiki skoraði tvey mál. Í fýra teimum seinastu dystunum hevur hann skorað fimm mál.
Rógvi Egilstoft Nielsen hjá EB/Streymi misnýtti brotsspark í seinna hálvleiki, áðrenn veteranurin Leif Niclasen minkaði um munin. Tá restaðu átjan minuttir, men EB/Streymur megnaði ikki at javna, og nú er EB/Streymur bara fýra stig frá níggjunda plássi.