Heðin Stenberg hevur verið ímyndin av AB liðnum, sum í hesi øldini hevur ferðast millum bestu og næstbestu deildina og framvegis stríðist fyri at fáa fótin fastan í bestu deildini.
Í dag hevur AB vitjan av TB. AB er næstaftast við sjey stigum, og TB er á áttanda plássi við 10 stigum.
Heðin Stenberg hevur ikki verið á besta AB liðnum í ár. Silas Eyðsteinsson vardi málið í níggju teimum fyrstu umførunum, og níggju tey næstu umførini vardi Bjarti Mørk málið.
Í dag er Silas Eyðsteinsson aftur millum stólparnar, og 31 ára gamli Heðin Stenberg, sum hevur spælt 134 dystir í bestu deildini, er eykamálverji.
Hjá TB er saknur í Rógva Joensen og sjálvandi John Villi Wøldike Leo, sum fyri nøkrum vikum síðani fór av landinum í lestrarørindum.
AB – TB kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Sørin N. Samuelsen, Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Rógvi N. Poulsen, Jákup Pauli Breckmann, Gilli Róason, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal
Á beinkinum: Heðin Stenberg, Leivur Fossdal Guttesen, Ári Arge, Hans Jákup Annfinsson, Jónas Stenberg, Tróndur J. á Høvdanum, Bartal Skaalum Petersen
TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Poul Ingason, Rasmus Møller, Samudeen Musah - Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred, Ndende Adama Guéye, Einar Thorsteinsson – Mark Kongstedt, Filip Obadovic