Heðin D. Poulsen heldur ikki við

Enn eitt navn er strikað av listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum til løgtingsvalið 29. oktober. Hesaferð er talan um Heðin D. Poulsen, ið hevur tikið seg av listanum.

Orsøkin er kortini ikki ósemjan í flokkinum, og við heimasíðuna hjá Sjálvstýrisflokkinum sigur Heðin D. Poulsen soleiðis:

»Eg klamsi ikki við hurðum, og um vilji er, haldi eg fegin áfram í teimum álitissessum, sum flokkurin hevur valt meg í, og verði eg verandi limur í Sjálvstýrisflokkinum.

Fari at nýta høvi at takka øllum teimum, sum hava sett kross sín við mítt navn, síðani eg fyrstu ferð stillaði upp, og teimum 174 sum atkvøddu fyri mær, síðstu ferð eg av fólkinum varð vigaður.

Eg fari at reka fyri Sjálvstýrisflokkin og vóni, at flokkurin saman við Kára á Rógvi og øðrum góðum valevnum av somu áskoðan fáa eitt gott val«.