Jaspur Vang, Tvøroyri
Tað gleðir meg av sonnum, at nú 4 mánaðar gamla grein mín framvegis spøkir í hugaheimi tínum góði Heðin.
Í grein í Sosialinum 2. oktober 2006 fegnast tú um, at meiriluti ikki tykist vera í samgonguni fyri at leggja upp til dagføringar av ríksiveitingini. Eisini vísir tú til lesararabræv títt í bløðunum fyrst í juni mánaði 2006, har tú greitt gav til kennar, at tú ert ímóti einari dagføring av ríkisveitingini, tí tú óttast, at meirinntøkur, sum kundu verið fingnar til vega við einari slíkari dagføring, fara at verða verða nýttar til at betra um korini hjá okkara eldru og til at gera íløgur í - og ábøtur á vegir og berghol kring um í landinum. Skil slíka hugsan, hvør ið vil.
Samstundis vísir tú í lesarabrævinum 2. oktober 2006 til grein mína í bløðunum tann 19. juni 2006, har eg m. a. vísti á ta sannroynd, at fullveldisflokkarnir, við ikki at taka undir við einari dagføring av ríkisveitingini, framhaldandi avmarka inntøkur landskassans og harvið raðfesta fullveldi hægri enn vælferðina hjá vanliga føroyinginum. Eg skilji teg væl Heðin, at tað kennist svárt, hvørja ferð víst verður á, at ekstremistiski loysingarvongurin í flokki tínum, saman við fullveldisflokkunum, í ábyrgdarloysi var við til at skerja ríkisveitingina so ógvusliga, at landsbúskapurin higartil hevur mist uml. 2 milliardir krónur. Flestu føroyingar munnu vera samdir um, at sjálvt um lands-búskapurin í løtuni hevur viðrák, høvdu tvær milliardir krónur munað væl hjá eitt nú heilsuverkinum, skúlaverkinum, til íløgur í undirstøðukervið kring landið, á eldraøkinum ella hjá okkara pensionistum, hvørs inntøkur liggja millum 20 og 40% lægri enn pensiónirnar í teimum framkomnu londunum, vit vanliga ynskja at samanbera okkum við.
Í lesarabrævi tínum fegnast tú eisini um - og vísir á, at landsstýrið ikki hevur tikið inntøkur frá einari møguligari dagføring av ríkisveitingini við í nú fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan fyri 2007. Til tað er bert at siga, at av tí at samráðingar enn ikki hava verið millum landsstýrið og stjórnina um møguliga dagføring av ríkisveitingini, eins og samgonguflokkarnir ikki eru samdir í málinum, ber ikki til at leggja fíggjarætlan við inntøkum, sum ikki eru til. Slík fiktiv inntøkuføring hevði sjálvsagt verið ábyrgdarleys.
Tá Heðin at enda í lesararbrævi sínum sigur Sambandsflokkin standa einsamallan við sjónarmiðinum um, at vit eiga at dagføra ríkisveitingina, ivist eg onga løtu í, at hann fer skeivur. Eg eri sannførdur um, at vit eru mong, serstakliga úr Sambandsflokkinum, meira hóvliga vonginum í Fólkaflokkinum og í Javnaðarflokkinum, sum veruliga ynskja at betra um korini hjá okkara pensionistum, dagføra og útbyggja vegakervið kring um í landinum og at veita m. a. heilsuverkinum og skúlaverkinum betur sømdir, heldur enn at skerja inntøkumøguleikar landskassans enn meira.