Skotar halda seg hava heimsmet í ?ketudansi? ella ringdansi. Hetta vil Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ikki hava sitandi á sær. Hann hevur boðið Guinness hendavegin. Press & Journal skrivar úr Aberdeen, at 50 skotar herfyri settu heimsmet í ringdansi, tá teir bjóðaðu fólki upp at kvóða Auld Lang Syne (Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt) á St. Ternan´s Fair í Banchory. Blaðið viðmerkir tó, at líknandi dansur á hvørjum ári fer fram í Føroyum.
Hetta vil borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, ikki hava sitandi á sær. Hóast Press & Journal ikki upplýsir, hvussu mong fólk teir 50 dansararnir megnaðu at fáa við sær uppá gólv, so heldur Heðin Mortensen lítið um hesa royndina, sum nú er send Guinnes Book of Records til góðkenningar sum nýtt heimsmet.
- Hetta eru piparnøtur ímóti dansiringinum á ólavsøku, har vit hava møguleika at fáa so mong sum kanska eini 10-12.000 fólk at sláa ring í miðbýnum og harvið seta eitt ruddiligt heimsmet, sum verður torført at taka frá okkum. Í øllum førum tekur eingin frá okkum, at vit kunnu fáa 25 prosent av landsins íbúgum at sláa ring samstundis, sigur Heðin Mortensen.
Umsitingin hevur nú sent Guinness Book of Records fyrispurning um at skipa soleiðis fyri, at dansiringurin á ólavsøku verður skrásettur sum nýtt heimsmet. Guinnes fekk fyrispurningin gjáramorgunin.
- Eitt tílíkt met er bæði stuttligt og gevur okkum eina rúgvu av positivari umrøðu kring allan heim, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking.
Kelda: www.torshavn.fo