Heðin Askham skal venja B36

B36 hevur funnið avloysaran hjá Kurt Mørkøre, sum er farin aftur til Noregs. Hann eitur Heðin Askham, og kemur úr starvinum sum ein av venjarunum hjá føroyska U21-landsliðnum. Sáttmálin er galdandi í tvey ár. Hetta skrivar B36-heimasíðan í kvøld.

Samstundis skrivar heimasíðan, at felagið hevur gjørt sáttmála við 32 ára gamla Dmitrij Jankovic, ið skal avloysa Fróða Benjaminsen, sum áður kunnað er farin at leika við HB. Jankovic var í fjør ein av berandi kreftunum hjá nú niðurflutta VB/Sumba.