Fótbóltssambandið hevur heitt á Heðin Askham um at vera venjari hjá fótbóltslandsliðnum, sum skal til Íslands at spæla vinardyst 22. mars. Tað visti 3-2 at siga í kvøld. Heðin Askham var til fyri kortum venjari hjá B36, men tá semja ikki fekst um framhald av samstarvinum, gjørdist hann brádliga leysur á marknaðinum.
Nú hevur Fótbóltssambandið so heitt á Heðin um at taka sær av landsliðnum saman við Jens Martini Knudsen, sum er hjálparvenjari, og teir báðir skulu nú taka liðið út, sum skal til Íslands.
? Hetta er ein spennandi uppgáva, sum eg taki í fullum álvara, sigur Heðin Askham, sum fyrst og fremst fer at lata spælarar úr føroysku kappingini manna liðið.
? Vit vilja hava, at spælararnir gera sítt allarbesta, so vit kunnu koma heimaftur við einum heiðurligum úrsliti, sigur fyribils landsliðsvenjarin við 3-2.