Heðin Askham: Okkara tryggasti skjútti brendi

FM1: Venjarin hjá 07 Vestur er avbera væl nøgdur við avrikið í kvøld, men iðra seg um brotssparkskappingina

##med2##

07 Vestur hevur í kvøld framt eitt satt bragd í kappingini um Løgmanssteypið, við at spæla javnleik 1-1 móti HB í 120 minuttir. Tað rakk akkurát ikki í brotssparkskappingini, har avgerðin fall, tá 07 Vestur rakti tvørstongina.

- Hetta er eitt øgiliga gott avrik. HB hevur verið besta liðið í alt ár, men vit standa væl ímóti teimum. Serliga móti endanum klára vit at halda fast, sjálvt um vit enda við at spæla á aftasta triðinginum, sigur Heðin Askham, sum iðrar seg um brotssparkskappingina.

- Eg eri eitt sindur keddur um brotssparkskappingina, tí tað er okkara tryggasti brotssparksskjútti, sum brennur, sigur Heðin Askham, ið fegnast um sterka verjupartin á liðnum.

- Hetta var ein próvtøka hjá okkum, har vit skulu vigast. Eg haldi at avrikið er hundrað prosent nøktandi. Vit hava ein góða verju og mið miðvøllin, saman við málverjanum, sigur venjarin hjá 07 Vestur.

07 Vestur skal í komandi kappingarár spæli í Betri deildini hjá monnum. Heðin Askham leggur afturat, at felagið leitar eftir nakað av styrki, men at tað eru fleiri ungir spælarar á veg, sum hava eina framtíð á besta liðnum. Spurningurin er bara, um teir verða til reiðar til Betri deildina komandi ár.

Brotssparkskapping: (07 Vestur fyrst)

0-0: Pedrag Jeremic sendir bóltin í tvørtræið

0-1: Mathias Nygaard

1-1: Sølvi Egilsson

1-2: Øssur Dalbúð

2-2: Jóannis á Steig

2-3: Adrian Justinussen

3-3: Martin Tausen

3-4: Teitur Matras Gestsson

4-4: Zoran Vuovic

4-5: Daniel Johansen

##ms##

FM1: Samrøða við Heðin Askham