##med2##
Tað gjørdist eitt minniligt uppflytarabrak millum 07 Vestur og B68 á Dungasandi í Sørvági, ið 07 Vestur vann 3-2.
07 Vestur-B68 3-2 (0-1)
Tonni Thomsen (br.) 0-1 (32.)
Jóannis á Steig 1-1 (63.)
Tonni Thomsen (br.) 1-2 (65.)
Sjálvmál 2-2 (78.)
Eiler Fróðason 3-2 (85.)
HER ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum í dystinum.
Aftaná dystin fekk Tróndur Arge orðið á høvuðsvenjararnar, Heðin Askham hjá 07 Vestur og Øssur Hansen hjá B68.
- Hetta var fantastiskt. Tað var ikki nógv sum riggaði hjá okkum í dag, og tí var tað fantastiskt at fáa hendan sigurin, segði ein ovurfegin Heðin Askham aftaná dystin.
- Tað betra liðið tapti. Vit vóru greitt tað betra liðið í dag, segði ein vónsvikin Øssur Hansen aftaná dystin, ið var serliga vónsvikin um, at hansara menn góvu ov nógvar deyðbóltar burtur, ið førdu til málini hjá 07 Vestur.