TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Heðin Stenberg, málverja hjá AB, ið er leikbannaður til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum AB og HB úti í Vika á Argjum, har HB er á odda 2-0 frá tí fyrru hálvfinaluni.
Heðin Stenberg sigur, at tað ræður fyrst og fremst hjá AB at halda nullið, og so royna at taka av møguleikunum sum koma í hinum endanum av vøllinum.
Heðin Stenberg er sera fjálturstungin, og viðgongur, at tað er ræðuliga tungt hjá sær at verða uttanfyri hendan seratýdningarmikla dystin fyri AB.