HC Keypmannahavn vann annan dystin á rað

Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir eru tó langt frá bjargaðir

Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn vunnu í kvøld annan dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Bavnehøj Arena vann HC Keypmannahavn 29-24 á Rækker Mølle. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10.

 

Leivur var saman við Andreas Cortés næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Teir skutu fimm mál hvør. Jónas skoraði eitt mál.

 

HC Keypmannahavn er triðaftast í deildini við níggju stigum, og liggja teir sostatt til at flyta niður. HC Keypmannahavn hevur seks stig upp til Rækker Mølle og liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel. Tað eru fimm umfør eftir at leika, so tað skal nógv til hjá HC Keypmannahavn.