HC Keypmannahavn er eitt stig frá bjargingini

Liðið hjá Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus og Jónasi G. Djurhuus hevur vunnið fimm av teimum seinastu seks dystunum

Liðið hjá Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn er í holt við eina ótrúliga bjargingarroynd í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Fara vit sjey umfør aftur í tíðina hevði HC Keypmannahavn bert fimm stig fyri 18 dystir, og vóru dømdir til niðurflyting. Nú hevur liðið vunnið fimm av teimum seks seinastu dystunum, og teir eru ájavnir í stigum við liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel, ið hevur tapt fýra teir seinastu dystirnar. Í morgin klokkan 14 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti oddaliðnum, Skive sum við sigri kann tryggja sær at vinna deildina, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Tó hava Kjartan og liðfelagarnir ein fyrimun, og tað er ein frægari málmun. Vendsyssel og HC Keypmannahavn hava 15 stig hvør. Vendsyssel hevur málmunin minus 42, meðan HC Keypmannahavn hevur málmunin minus 53. Tó er vandi fyri, at málmunurin hjá Vendsyssel versnar aftaná dystin í morgin.

 

Í dag skutu føroyingarnir hjá HC Keypmannahavn 10 mál. Leivur skoraði fimm, Jónas fýra, og Janus eitt mál. HC Keypmannahavn vann í høllini á Frederiksberg stórsigur 38-29 á longu niðurflutta liðnum, Give. Í steðginum var føroyingaliðið á odda 17-13.

 

Í seinasta umfarinum sunnudagin 29. mars hevur Vendsyssel dyst á útivølli móti Aarhus. HC Keypmannahavn spælir somu klokkutíð á útivølli móti Skive, ið tá kann hava tryggjað sær uppflytingina til bestu deildina. 

 

Aftaná dystarlok vera tað antin tríggir hoyvíkingar ella ein strandingur, ið mugu/má tungu leiðina niður í triðbestu deildina.