HC Andersen 200 ár

2. apríl 2005 verða tað 200 ár, síðani mæti danski rithøvundurin H.C. Andersen varð føddur. Hetta verður sum skilst eitt veruligt brak av einum føðingardegi, sum ætlandi skal vara heilt frá apríl til desember. Ein fjórðings milliard kr. eru settar av til endamálið, og sum skilst er ætlanin at nýta nógva orku til at kunna umheimin um verk og lív H.C. Andersens.

Odense, ið var heimstaður hjá Hans Christian Andersen, verður í tíðarskeiðnum apríl-desember komandi ár miðdepil í eini sera stórari verkætlan. Í sambandi við, at tað tá verða 200 ár síðani kendi barnasøguhøvundurin varð føddur, verður hann veruliga settur á dagsskránna um allan heim.
Eitt sera víðfevnandi kunningararbeiðið er sett í verk, sum longu nú umfatar nógv lond kring allan heim. Donsku fyrireikararnir hava verið úti um seg, og hava fingið sonevndar hca-ambassadørar, ið skulu standa fyri kunningararbeiðnum í egnum landi. Bæði í Kina, Japan, Spania, Portugal, Fraklandi, Týsklandi, USA, Brasilia, Italia, Chile, Australia, Russlandi, Hollandi og Belgia -bæði franska og flamska partinum, eru fólk útnevnd, ið skulu hava høvuðsábyrgdina fyri føðingardegi H.C. Andersens. Hesir ambassadørarnir eru alt kend fólk, serliga innan listina, og teir eru valdir út frá serstaklilga kreativu evnum sínum. Ætlanin við hesum ambassadørunum er at fáa teir at seta fokus á H.C. Andersen á ein hátt, sum fangar fólki í hvørjum einstøkum landi, og gevur teimum møguleika og hug at læra meiri um H.C. Andersen.

Endamál
Endamálið við hesum nógva arbeiðnum er at fáa H.C. Andersen fram í ljósmálan. Ikki bert søgur hansara, men eisini persónin. Myndin, ið seinastu árini er málað av honum, verður av fyrireikarunum hildin at vera nakað snævurskygd, og tí er ætlanin at vísa Andersen sum tað menniskjað hann var, ikki bert sum ævintýssigara, men eisini sum journalist, ferðamann, skaldsøguhøvund, eksistentialist, exentrikara o.s.fr. Allar síðurnar, góðar sum ringar, skulu fram í ljósið, og saman gera eina mynd av einum veruligaum menniskja. Í hesum sambandi kom ein nýggj biografi út í november 2003, av høvundanum Jens Andersen. Hetta er ein biografi, ið hevur fingið sera góð ummæli, og sum lýsir H.C. Andersen og lív hansara á ein øðrvísi hátt, enn hann higartil hevur verið lýstur.
Á heimasíðuni www.hca2005.dk, er eitt ur, sum telur niður. Táið Sosialurin var inni og hugdi vóru 278 dagar, 8 tímar, 53 minuttir og 46 sekund eftir, inntil H.C. Andersen verður 200 ár.