HBF vann bronsu, silvur og gull

Um vikuskiftið varð onnur av fimm Grand Prix kappingum fyriskipað í Havn. 165 leikarar úr fimm feløgum vóru tilmeldaðir Marine Harvest Open kappingina, og vórðu yvir 300 dystir leiktir í tveimum høllum yvir tveir dagar.

Í besta bólkinum hjá teimum vaksnu vunnu leikarar frá HBF øll heiðursmerkini:

Benjamin Gunnarstein vann gull

Aksel Poulsen silvur

Magnus Gaard og Magnus Dal-Christiansen vunnu bronsu.

Í finaluni vann Benjamin Gunnarstein á Aksel Poulsen við settunum 22-20 og 21-16.

Sum nakað nýtt var kappingin løgd til rættis soleiðis, at innleiðandi dystirnir hjá teimum vaksnu var samstundis sum dystirnir hjá teimum yngru leygardagin. Sunnudagurin var tí finaludagur, har tað vóru nógv fleiri áskoðarar í høllini enn vanligt er til dystirnar hjá teimum vaksnu.

Triðja Grand Prix kappingin verður í Klaksvík vikuskiftið 6. - 7. desember.

Øll úrslitini frá Marine Harvest Cup síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER