Landsdysturin móti Liktinstein kann gerast ein minnilig løta hjá HB-leikaranum Tróndur Jensen.
Róaldur Jakobsen hevur nevniliga givið avboð til dystin, og í hansara stað hevur Lars Olsen sent boð eftir Trónda Jensen, ið harvið hevur møguleikan fyri at spæla sín fyrsta landsdyst 28. mars.
- Hetta vóru góð boð at fáa. Nú ræður um at taka av møguleikanum, so tað ikki bara verður til hendan eina dystin, sigur Tróndur Jensen, nýklaktur landsliðsleikari.
Tað er mánadagin 28. mars, at føroyska A-landsliðið við monnum skal í eldin aftur, tá Liktinstein tekur ímóti í venjingardysti á Marbella Football Stadion í Suðurspania, skrivar FSF á síni heimasíðu.