Dysturin á Argjum ferð ikki í søguna fyri fótbóltsspælið, men heldur fyri ein heldur sjálvsama hending í seinna hálvleiki. Tá góðir tjúgu minuttir eru eftir av vanligu leiktíðini, bresta Heðin Stenberg, málmaður hjá AB, og Símun Samuelsen, framherji hjá HB, saman eftir ein miseydnaða afturlegging til Heðin. Tíverri fyri AB og Heðin mátti Heðin berast av vøllinum við minnni skaða í knænum. AB hevði ongan eykamálmann á bonkinum og so vóru góð ráð dýr.
– Eg plagi at standa í mál til venjing, so spælarnir vóru tryggir við at eg tók málmanshandskarnir uppá, sigur Evrard Blé, sum tók uppgávuna á seg.
Hann gjørdi okkurt gott og okkurt minni gott. Tá HB stuttfyri tíð legði seg á odda, var tað eftir ein mistak frá Blé, tá hann tók bóltin upp fyri aðru ferð og dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frískparki í brotssteiginum. HB leikarnir gjørdu skjótt av og tóku frísparki, sum endaði við at innskifti Jógvan Skeel Nolsøe skoraði. Argjamenn vóru í øðini inn á dómaran, tí hann loyvdi frísparkinum at verða tikið so skjótt.
– Eg kenni ikki orduliga málmansreglarnir, men eg var ónøgdur við at frísparkið hjá teimum verður tikið langt frá har sum eg tók bóltin upp, sigur Evrard Blé.
Vegna skaðan hjá Heini Stenberg, vóru tíggju minutir lagtir aftrat vanligu leiktíðini. Tá bara ein av teimum minuttinum manglaði, bragdaði hjá AB. 18-ára gamli Alex Mellemgaard krúllaði eitt fríspark uppum manngarðin og í málið til endaliga úrslitið 1-1.










