KÍ - HB 0-1
0-1 Poul Ingason, 15
HB hevur endurvunnið Klaksvíkskappingina. Tað gjørdu teir við at vinna 1-0 á vertunum úr KÍ. Poul Ingason skoraði einsamalla málið, tá dysturin var eitt korter gamal. Tað var eftir hornaspark, at nýggju framherjin hjá HB fekk prikað bóltin í kassan.
HB var omaná leikliga fram til Pál Mohr Joensen í seinna hálvleiki fekk beinleiðis reytt kort fyri at sparka út eftir KÍ spælara. Síðani trýsti KÍ, men tað endaði við, at Tórur Justesen fekk sítt seinna gula kort. So vóru 10 móti 10.
Hesa løtuna var HB nokk nærri at koma upp á 2-0, enn KÍ var at javna, sjálvt um KÍ hevði onkra vandastøðu.
Liðugt: HB er vinnari av Klaksvíkskappingini
87.min: So eru liðini tíggju spælarar í part. Tórur Justesen fær sítt seinna gula kort fyri takling, har vinstri bakkurin er ov seinur.
85.min: KÍ trýstir fyri at vinna. Eftir hornaspark er um reppið, at KÍ fær útjavnandi málið, sum hevði útloyst brotssparkskapping.
76.min: Pál Mohr Joensen, vinstri bakkurin hjá HB, hevur fingið beinleiðis reytt kort fyri hevnissøku. Innkast var til HB, tá KÍ spælari tveitti bóltin eftir Páli, sum afturfyri sparkaði út eftir KÍ spælaranum. Tað fekk hann beinleiðis reytt kort fyri.
69.min: KÍ skift Ndende út og Ísak Simonsen er komin í hansara stað.
62.min: Bæði liðini gera útskiftingar. Fyri HB fara Kristin R. Mouritsen og René Shaki Joensen út fyri Páll M. Joensen og Bárð J. Heinesen. Fyri KÍ fór Álvur F. Christiansen út og Ivan Joensen kom inn.
HB hevur spælt uttan áleypara í seinna hálvleiki og tað hevur ikki riggað væl. Helst er tað tí, at Bárður J. Heinesn er komin inn. KÍ fingið betri tak á dystinum.
50.min: HB hevur gjørt eina útskifting. Málskjúttin frá fyrra hávleiki, Poul Ingason, er farin út. Í hansara stað er komin Teit Jacobsen, sum skoraði í dystinum móti B36 í gjár.
Hálvleikur: HB er á odda 1-0 og tað er helst eisini í ordan um mett verður eftir spælinum. Fyri KÍ kemur tað illa við, at Páll Klettskarð mátti út við skaða eftir 35 óproduktivar minuttir á vøllinum.
Poul Ingason hevur verið eyðsýndur í álopinum, men eins og í gjár, so er tað miðvøllurin, sum er grundsteinurin undir tamarhaldinum hjá HB. Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen og Tróndur Jensen fylla nógv á vøllinum.
40.min: Tað er heitt á vøllinum í Klaksvík. Fyrst fáa Jonas Flindt Rasmussen og Poul Ingason hvør sítt gult kort, eftir at teir eru í hornatøkum eftir at bólturin er farin út.
Síðani fer Álvur F. Christiansen umkoll í HB brotsteiginum og vil hava brotsspark, men dómarin sigur, at Kristin R. Mouritsen vinnur bóltin reint. Bara sekund seinni er HB um at økja til 2-0, tá Hjalgrím Elttør er óansin og spælir René Shaki Joensen leysan móti egnum máli.
35.min: Páll Klettskarð má skiftast út. Hann hevur í eina tíð verið skaddur, men mett var at hann kundi spæla í dag. Hann helt í 35 minuttir, og so er spurningurin um hann somuleiðis má geva avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum?
Jóhan Jacobsen kemur inn fyri Páll.
30.min: Frísparkskombinatión hjá endar við at Fróði Benjaminsen er um at økja til 2-0. Tað er farið at regna og váti vøllurin ger at bólturin flytur seg skjótt. HB er omaná leikliga,
15.min: Mál! 1-0 til HB, Poul Ingason! Eftir hornaspark stútar Fróði Benjaminsen móti málinum. Bólturin dettur fyri føturnar á Poul Ingason, sum prikar bóltin í mál til 1-0.
Stutt frammanundan hevði KÍ ein góðan møguleika eftir deyðbóltsstøðu.
5.min: HB hevur fyrstu royndina á mál, tá Fróði Benjaminsen roynir seg við kanónskoti uttanfyri brotssteigin, men Meinhardt Joensen bjargar. HB hevur sett seg á dystin fyrstu minuttirnar.
15:30: Dysturin er byrjaður
KÍ og HB hava gjørt hvør sína broyting á liðnum í mun til í gjár. Páll A. Klettskarð byrjar inni fyri Jóhan Jacobsen, meðan Poul Ingason avloysir Andrew av Fløtum hjá HB.
KÍ: (4-3-3)
Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Fuglø, Heðin Klakstein, Páll A. Klettskarð(Jóhan Jacobsen, 35.min)
HB: (4-3-3)
Teitur M. Gestsson – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Gunnar Haraldsen, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen(liðsk), Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen, Kristin R. Mouritsen – Poul Ingaso(Teit Jacobsen)