Beint eftir venjing hóskvøldið fingu vit orðið á Anniku Hansen, sum sunnudagin fer á vøllin sum liðskipari á HB liðnum.
Góðar vónir
Málverjin, sum í fjør varð kosin besti málverji í landinum, sigur seg so avgjørt hava góðar vónir til dystin sunnudagin.
Tað verður so undir ongum umstøðum talan um, at vit fara á vøllin fyri at tapa 8-0, sigur hon, tá vit spyrja hana um vónirnar til sunnudagin. Við hesum sipar hon til landskappingardystin, sum HB spældi í Klaksvík um vikuskiftið, har eitt illa mannað HB fullkomuliga var fyri ongum móti KÍ.
Tvørturímóti sigur hon seg hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast HB kvinnunum at vinna steypafinaluna annað árið á rað.
Broytt lið
Í mun til undanfarnu dystirnar, er HB liðið umskipað nakað til sunnudagin. Úr Danmark er fyrrverandi liðskiparin, Eyðvør úr Dímun, komin at hjálpa, og hetta sigur Annika er ein sjálvsagdur styrkur hjá teimum.
Hinvegin dregur frá, at Liljan av Fløtum Jespersen, Vivian Thorleifsson, Gunn Müller og Birita Nielsen ikki verða við á liðnum. Allar hava tær annars roynst væl í ár, men kunnu av ymsum ávum ikki vera við sunnudagin. Eyðvør Thomsen hevur eisini verið heldur ivasom vegna skaða, men roknað verður við, at hon er før fyri at spæla sunnudagin.
Annika ivast tó ikki í, at tær megna at seta eitt sterkt lið saman, og tað tykist heilt vist, at tær fara eftir sigrinum.
Viljan sum vápn
Júst hvørjar lutir HB liðið fer at leggja størsta dentin á sunnudagin, visti Annika ikki at siga. ? Í kvøld hava vit havt vanliga venjing, og tað verður ikki fyrr enn fríggjakvøldið, at vit fara at gera okkum rættuliga til dystin, segði málverjin, tá vit tosaðu við hana hóskvøldið.
Eitt, sum kanska hevur eyðkent HB liðið undanfarin ár, er tann sterki vinnaraviljin, sum er á liðnum, og Annika roknar so avgjørt við, at brúk verður fyri hesum í morgin. ? Viljin er í øllum førum eitt gott vápn at hava við, heldur hon fyri, tá spurt verður um hetta.. Hon leggur afturat, at hóast tær ikki rættuliga eru farnar at tosa um dystin enn, so er heilt greitt, at allar eru sera uppsettar at vinna dystin.
Hjálp frá áskoðarunum
At enda sigur Annika, at hon vónar, at tær á vøllinum koma at fáa dyggan stuðul frá áskoðarunum.
- Tað vildi so avgjørt verið ein stór hjálp, sum vit als ikki siga nei takk til, sigur Annika, sum vonar at áskokðarnir leggja leiðina framvið ovara vølli, áðrenn farið verður niðan á Tórsvøll..
Hon greiðir frá, at tá finaludysturin í fjør varð leiktur (eisini móti KÍ) byrjaðu áskoðararnir ikki at koma, fyrr enn dysturin var so at siga liðugt leiktur.
- Tað ferðina fingu tey tó nakað við, tí talan gjørdist um longda leiktíð. Í ár vóni eg tó ikki, at støðan verður tann sama. Tá vil eg heldur, at dysturin er avgjørdur til okkara fyrimun áðrenn tað er komið so langt, sigur HB liðskiparin at enda.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm