Hann kom til Føroyar við kanska sterkasta CV’num, sum nakar spælari í føroyskum fótbólti hevur havt, men nógv bendir á, at Martin Bergvold er í holt við at blíva eitt stórt flopp, tí HB ynskir at sleppa av við hann.
-Vit settu okkum ein málsetingin í ár. Vit skuldu menna spælarar og klára Evropa. Vit skuldu hava tríggjar profilar, sum so kundu bera tríggjar ungar spælarar. Tveir av útlendignum hava ikki sligið til og úrslitið er, at vit eru eitt stig verri enn í fjør, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, við ÍtróttarSosialin.
Profilar skuldu lyfta felagið
Í fjør legði HB til brots við endamálinum at byggja upp av nýggjum. Tað rak ikki til Evropa fótbólt og HB byrjaði aftur av nýggjum í ár. Nú skuldu útlendskir profilar fáa HB aftur á toppin, og slóða fyri teimum ungum. Inn komu Daniel “Elly” Pedersen, Aleksandar Stankov og navnframi Martin Bergvold, sum hevur eina fortíð í Livorno í Seriu A í Italia. Daniel “Elly” Pedersen bleiv nakað skaddur og fór heim aftur til Frem BK, uttan at hava víst nakað serligt.
Nú ljóðar, at HB eisini vil sleppa av við Martin Bergvold. Hann hevur ikki sligið til og er, sum skilst, ein dýrur drongur fyri felagið. Hann hevur spælt 760 minuttir av 1260 møguligum, og hevur ikki beinleiðis verið vánaligur, men tað verður væntað meiri av honum enn einum vanligum spælara.
Í mun til hansara yrkisleið og CV, so hevur HB als ikki fingið nógv aftur fyri pengarnar. Martin Bergvold er í løtuni í Danmark, og tað er nakað í bendir á, at HB ikki ynskir at fáa hann aftur.
- Vit hava ikki fingið tað burturúr profilunum, sum vit høvdu væntað. Tað er ikki soleiðis at teir ikki hvør sær hava roynt, men tað hevur ikki riggað samlað. Martin Bergvold hevur spælt eitt sindur og byrjaði millum annað inn við Stórá seinast, sigur Sigfríður S. Clementsen, ið heldur ikki vil vátta, at HB vil av við danska miðvallaran.
-Tað er ein spurningur til leiðsluna, so eg fái ikki sagt meir, sigur venjarin hjá HB.
HB roynir í løtuni at leingja við Aleksandar Stankov, sum hevur av álvara hevur sligið til hetta kappingarárið. Hann hevði sáttmála til í summar.