HB-Víkingur er framskundaður eitt korter

Dysturin verður klokkan 17.45 sunnudagin við atliti til heimferðina hjá dómaranum

Effodeildsdysturin millum HB og Víking, sum skal leikast á ovara vølli í Gundadali í Havn er nú framskundaður eitt korter.

 

Dysturin skuldi upprunaliga byrja klokkan 18 sunnudagin 3. mai, men byrjar nú klokkan 17.45.

 

Dómari til dystin verður Lars Müller (myndin), og fyri, at hann skal náa suður aftur til Suðuroyar við Smyrli sunnukvøldið, er dysturin framskundaður eitt korter.