Allan Mørkøre og Uni Arge verða við á HB-liðnum, sum í morgin fer á Svangaskarð at spæla móti B68.
Men tað er neyvan av hesi orsøk, at dysturin er fluttur av grasinum og á graslíki. Nógv regn hevur verið seinastu dagarnar, og tí halda toftamenn tað ikki verða ráðiligt at spæla á grasvøllinum, hóast ætlanin var, at allir heimadystirnir í seinnu hálvu skuldu spælast har.
Allan Mørkøre og Uni Arge eru báðir lidnir við teirra uppgávur í Íslandi fyri í ár, og tí verða teir tøkir hjá havnaliðnum teir báðar seinastu dystirnar.
Tað hevur týdning fyri teir báðar landsliðsmenninar, at teir eru í dystarvenjing til landsdystin 9. oktober, og tað passar væl saman við ynski hjá havnaliðnum um at styrkja seg, nú liðið roynir at vinna sær pláss í UEFA-Cup næsta summar.
Hans á Lag hevur brotið fótin, og tí manglar sterki verjuspælarin í morgin.
Fáa ikki mál
B68 var við undirlutan, tá teir spældu á Sandi seinasta vikuskiftið. Teir høvdu fleiri góðar kjansir, men sum fleiri ferðir fyrr í ár, hvødu teir trupulleikar við at gera mál.
Hesaferð er brasilianski álopsmaðurin Marcelo skaddur, og kann ikki spæla. Fyri hann fer møguliga Aksel Højgaard at spæla frá byrjan, men ungi Kristian Poulsen er eisini ein møguleiki.
Annars eru allir toftamenn tøkir, teir hava einki leikbann og eingir skaðar eru at stríðast við undan seinasta heimadystinum í ár.
Ætlanin at leggja trýst á NSÍ í kappingini um fimta plássið kann framvegis lata seg gera, men so skulu toftamenn vinna móti HB í dag.