HB verður uttan profil í fyrru hálvu

Betri deildin menn: HB verður uttan ein av stóru profilunum í fyrru hálvu

Hørður Askham er skaddur og verður væntandi ikki at síggja aftur á vøllinum fyrr enn í summar. Landsliðsmiðverjin hevur truplleikar í lærkrikanum og ein kanning hevur staðfest, at hann ikki fær spælt komandi tríggjar til fýra mánaðirnar.

 

Umframt Hørð Askham, so er Bartal Wardum nakað ivasamur og hevur ikki spælt fullar dystir í VFF-Kup. Samuel J. Chukwudi er eisini komin aftur til felagið frá belgiska Union Saint-Gilloise, men 19 ára gamli miðverjin hevur somuleiðis verið darvaður av skaðum.

 

Tí ljóðar, at HB í løtuni leitar eftir einum miðverja til komandi kappingarár. HB hevur havt rímiliga góða eydnu við at leita uttanlands seinnu árini. Bæði Lasse T. Andersen og Delphin Tshiembe vóru við til at vinna FM í ávikavist 2018 og 2020.

 

HB hevur í venjingardystunum í ár spælt við trimum í miðverjuni. Her hevur Viljormur Davidsen verið ein og Heðin Hansen hevur eisini verið avloysari.