Tað er nú greitt, at HB skal hava nýggjan miðverja. Lasse T. Andersen sigur við bold.dk, at hann ikki heldur fram í HB, eftir tvey ár í felagnum.
- Felagið vildi gjarna leingja, men eg eri komin hartil, at eg vil royna okkurt nýtt, sigur danski miðverjin.
Lasse T. Andersen bleiv í fjør valdur til ársins verjuspælara. Heimir Guðjónsson, fráfarni venjarin hjá HB, helt eisini fyri í Fótbóltspanelinum á FM1, at Lasse T. Andersen var einasti spælari, ið spældi javnt gott í Evropa-dystunum í summar.
HB hevur í løtuni tveir góðar miðverjar í hópinum. Bartal Wardum og Hørður Askham, men Hørður Askham er skaddur. Og spælir ikki aftur fyrr enn um níggju mánaðir í besta føri.