HB verður uttan Hera og Mikkel

Europa League: Heri H. Mohr er í sóttarhaldi og Mikkel Frankoch er skaddur

HB hevur í kvøld sína seinastu venjing í Føroyum undan fráferðini til Norðurírlands, har HB skal spæla móti Glentoran. Tað verður tó uttan Hera H. Mohr, sum situr í sóttarhaldi, og danska miðvallaran, Mikkel Frankoch, ið framvegis hevur trupulleikar við fótinum.

- Tað er ótrúliga harmligt, men soleiðis eru treytir einaferð. Heri hevur verið í samband við ein persón, sum hevur koronasmittuna, og Mikkel Frankoch blívur ikki klárur, sigur Jens Berthel Askou.

HB hevur leigað Silas Eyðsteinsson úr AB, eftir at eykamálverjin, Jákup Højgaard, er blivin skaddur. Teitur M. Gestsson er fyrstaval millum stengurnar, men tað er ikki hugsingur um at fara til Norðurírlands í vikuni uttan at eykamálverja á bonkinum.

Silas Eyðsteinsson vandi við HB á Tórsbreyt í gjárkvøldið. Liðið hevur sína seinastu venjing undan fráferðini í kvøld. HB hevur vant á Tórsbreyt, har ein partur av einum vølli er teknaður upp og mál eru flutt á grasvøllin.

 ##med2##

HB skal spæla móti Glentoran á The Oval í Belfast hóskvøldið. Her verður spælt á grasi og tí hevur HB spurt kommununa, um tað er møguligt at sleppa at venja á vøllinum á Tórsbreyt.

Europa League undanumfar:

Hósdagin 20. august

B36-St Joseph’s (16.30)

NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1

Glentoran-HB (19.00)

Europa League 2. umfar:

B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn

Aberdeen – NSÍ/Barry Town United

Motherwell – HB/Glentorian