HB hevur avgreitt venjaraspurningin

Eisini tvey tey næstu árini verður Dalibor Savic HB venjari

Dalibor Savic hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2024, og heldur sostatt fram sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum. Tað skrivar HB heimasíðan.

 

Avtala er eisini gjørd við Petter Skogsletten, fysiskan venjara, um at hann somuleiðis heldur fram komandi tvey árini.

 

Vit fegnast um at Dali og Petter hava játtað at halda fram, og fyrireikingarnar til kappingarárið 2023 eru longu byrjaðar.

 

Meira verður at frætta frá Dali seinni, siga tey í HB.

 

Dalibor Savic tók miðskeiðis í mai mánað við venjarastarvinum í HB. Sambært faroesoccer.com fer hann í morgin at hava ábyrgdina fyri 22. ferð. Úrtøkan í 21 dystum er 14 sigrar, ein javnleikur og seks tap.

 

Longu undan síðsta landskappingardystinum, sum verður í morgin, tá ið HB fær vitjan av NSÍ, er tað greitt, at HB í ár endar á triðja plássi,