HB-venjarin fingið sekkin

Tað hevur í ár ikki eydnast HB at vunnið sær evropeiska luttøku komandi kappingarár, og 5. plássið í Effodeildini fær nú avleiðingar fyri venjaran.


Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelagi, váttar fyri in.fo í kvøld, at Jan Dam ikki heldur fram sum venjari hjá besta liðnum hjá HB.


Tað er framvegis ógreitt, hvør nú tekur við sum venjari, men sum in.fo skilir, so hevur HB-leiðslan eina greiða ætlan fyri komandi kappingarár.


Meira verður at frætta um eitt bil.