HB-venjarin
Eitt av feløgunum í bestu fótbóltsdeildini, sum enn ikki hevur sett venjara til komandi kappingarár, er HB.
Sum tvífaldur meistari og komandi 100-ára føðingardagsbarn, vóru tað annars mong, sum roknaðu við, at hetta var ein lutur, sum reyð/svarta høvuðsstaðarliðið fór at loysa alt fyri eitt, men enn tykist leiðslan í felangum ikki hava skundað sær alt ov nógv í so máta.
Heldur hevur denturin verið lagdur á at tryggja sær leikarahópin, sum hevur vunnið gullið til høldar tey bæði seinnu árini, og í so máta er komið heilt langt. Enn resta undirskriftirnar hjá trimum leikarum, men í øllum hesum førunum er tó felags, at tað man vera ivasamt, um leikararnir eru í landinum til ta tíð. Teir tríggir eru Tór-Ingar Akselsen, sum møguliga fer til Noregs komandi ár, Andrew av Fløtum, sum í løtuni bíðar eftir danska Fremad Amager og so Jan Christian Dam, sum í løtuni er í Danmark, og annars ivast í, um talan yvir høvur verður um fótbólt í fremstu røð aftur. Og at felagið so eisini hevur fingið tilgongd av Jákup á Borg man ikki gera ætlanirar í sigursvanda felagnum minni.
Ósemja skilti frá VB
Og nú er so líkt til, at eisini venjaraspurningurin kemur upp á pláss. Í vikuni kemur jugoslaviski Dragan Kovacivic til landið, og eftir ætlan skal hann royna at venja við liðnum komandi fríggjakvøld. Hetta tó sjálvandi treytað av, at neyðugu pappírini eru í lagi.
Hóast tað ikki munnu vera øll, sum bera kenslu á navnið, so hevur Dragan tó áður virkað sum venjari í Føroyum. Fyri tveimum árum síðani var hann venjari hjá VB tey fyrstu sjey umførini, og tó at hann tá varð sekkjaður, so tóktist orsøkin til hetta ikki vera ódugnaskapur ella væntandi førleiki. Einamest mundi trupulleikin vera, at tann politikkurin, sum hann av leiðsluni varð settur at gjøgnumføra, ikki samsvaraði við fatanina, sum leikararnir á besta liðnum høvdu av støðuni, og við teimum grundleggjandi mununum, sum soleiðis vóru, varð samstarvið at enda annulerað.
Vit fingu orðið á HB-formannin, Birgir Enghamar, mánamorgunin, men í verandi støðu vildi hann ikki gera viðmerkingar til tíðindini.










