Fótbóltur
Fríggjdagin varð greitt, at Mikkjal Thomassen saman við Milan Cimburovic skal standa á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í komandi kappingarári. Mikkjal Thomassen, sum seinast spældi við yngra havnarfelagnum í 2007, verður sostatt tann fimti venjarin seinastu sjey árini í felagnum, sum eisini hevur roynt seg í HB – annaðhvørt sum venjari ella leikari.
Jóannes Jakobsen, Sigfríður Clementsen, Heðin Askham og Mikkjal Thomassen eru allir upprunaliga úr HB, men hava seinnu árini roynt seg hjá grannunum. Ion Geolgau var í árunum 1998 til 2002 venjari hjá HB.
Venjarar í B36 seinnu árini:
2003: Ion Geolgau
2004: Jóannes Jakobsen
2005: Sigfríður Clementsen
2006: Sigfríður Clementsen
2007: Kurt Mørkøre
2008: Heðin Askham
2009: Mikkjal Thomassen










