HB venjara duettin skal royna seg

Eftir soltnu úrtøkuna nógvu tær seinastu ferðirnar og harvið pláss á støðutalvuni, sum teir í sigursvanda HB ikki brýggja seg um og undan hesum kappingarárinum ikki høvdu roknað við, og í hvussu so er ætlað, hevur HB nevndin tikið avleiðingarnar.

Broytingar eru gjørdar í ábyrgdarbýtinum, og nýggjur maður er settur við síðuna av høvuðsvenjaranum Rúna Nolsøe. Talan er um Sámal Erik Hentze ella Bagge, sum hann verður nevndur.

EB/Streymur vitjar í Gundadali í dag, nú nýggja venjaraduettin hjá HB skal royna seg.

Oddaliðið hevur havt blíðan byr síðani summarsteðgin. EB/Streymur hevur vunnið seks stig og skorað fimm mál, meðan einki er farið ígjøgnum hjá René Tórgarð.

Einastu spælararnir hjá EB/Streymi, sum ikki eru tøkir, eru Høgni Zachariasen, sum nú er sloppin av við høkjurnar, men neyvan verður førur fyri at spæla fyrr enn eina ferð í næsta mánað, og Peter Foldgast. Danski álopsspælarin er í Danmark, har hann verður viðgjørdur fyri knæskaða.

Munurin millum EB/Streym og HB er tólv stig. Í HB tosa tey als ikki um gull í ár, men kanska ein lítil dreymur kann kveikjast, um tað eydnast at vinna á EB/Streymi og harvið at minka munin upp á toppin til níggju stig. Bæði í HB og EB/Streymi minnast tey væl, at tað áður hevur eydnast HB eftir summarsteðgin at vinna seg níggju stig inn á oddaliðið og í síðstu sekundunum í einum kappingarári at strúka avstað við FM heitinum fyri nøsini á EB/Streymi.

Tá ið HB í 8. umfari 25. mai vitjaði við Margáir var úrslitið 2-1 heimasigur.