Ikki vóru tey mong, sum væntaðu, at HB fór at hava nakran møguleika at hótta B68-liðið, sum var á vitjan í Gundadali sunnudagin. B68 var favorittur undan dystinum, og HB hevði tveir teir seinastu dystirnar lagt rygg til lemjandi tap móti KÍ og B36. HB kvinnurnar gjørdu tó øllum spádómum til skammar.
Langskot frá miðjuni
Tað var tó B68, sum setti seg á dystin frá byrjan av, og longu eftir átjan minuttir, hevði B68 fingið tvey mál.
Irdi Hansen, sum fyrr hevur spælt við NSÍ, fekk bæði málini hjá B68. Tað fyrra var eitt langskot frá miðjum vølli. Hon fekk fatur í einum leysum bólti og gjørdi ikki mætari enn at langa til úr eini 40 metra fjarstøðu. Eitt sera vakur mál, og tað er ógvuliga sjáldan, at mál verða skotin so langt úti frá.
Hetta var eftir bert átta minuttir, og longu tíggju minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum hjá HB. Irdi Hansen var enn einaferð á rætta staðnum, eftir eitt gjøgnumbrot í høgru síðu. Bólturin endar hjá vandamikla áleyparanum, sum setir bóltin í netið.
Nógv ferð var á álopsspælinum hjá B68 hesa fyrstu løtuna, og HB hevði ilt við at fóta sær. HB hevði eisini bóltin nógv ta seinnu løtuna av fyrra hálvleiki, men einki spurdist burturúr, og álopini gjørdust sjáldan vandamikil.
Tað var hinvegin B68, sum skapti fleiri aðrar góðar málmøguleikar fyri steðgin. Men málverjin hjá HB, tann blaðunga Randi Skylv Wardum, var ein sannur brandur í HB-málinum. Eftir tey bæði málini tók hon alt, sum B68 álopið hevði at bjóða, og hon hevði fleiri framúr góðar bjargingar.
Vent í holuni
Hóast máltalvan vísti 0-2, fall HB ongantíð í fátt. Eftir steðgin kom meira ferð á tað offensiva spælið hjá HB, ið var sum hamskift eftir steðgin. Spurningurin var tó, um HB megnaði at venda dystinum móti einum B68-liði, sum hevur staðið seg væl í kappingini higartil.
Tað gingu tó fimtan minuttir, áðrenn heimaliðið loksins fekk eitt mál í dystinum, og eftir hetta hugdi HB ongantíð aftur um bak.
Fyrsta málið skeyt Malan á Dunga. Vivian Unadóttir legði trýst á ein verjuleikara hjá B68, soleiðis at bólturin endaði hjá Malan á Dunga, sum tætt undir málinum fekk minka um munin.
Tíggju minuttir seinni vóru aftur boð eftir málverjanum hjá B68. HB fekk fríspark beint uttanfyri hornið á brotsteiginum. Eyðvør Thomsen royndi seg, og bólturin fór beinleiðis í netið. Eitt sera vakur mál, og nú stóð á jøvnum. HB hevði nú sálarliga yvirtakið og fór eftir sigrinum.
HB framum
Triðja málið fekk Malan á Dunga, tá hon var fyrst á einum bólti tætt undir málinum. B68 megnaði hesa løtuna als ikki at hótta HB-málið, og málverjin hevði lítið at gera eftir steðgin.
Fjórða og síðsta málið fekk Ása úr Dímun. Hon setti høvdið á eitt hornaspark úr høgru síðu, og beindi bóltin í netið.
HB hevði framt einki minni enn eitt bragd, tá tað eydnaðist at venda 0-2 til 4-2. Hesin fyrsti sigurin má fløva væl hjá HB-kvinnunum, eftir at trettan mál vóru farin ígjøgnum í tveimum teimum seinastu dystunum.
Komandi viku hevur HB frí, tí VB hevur tikið seg úr kappingini, og B68 fær ein torføran dyst móti KÍ á Toftum.
HB ? B68 4-2 (0-2)
0-1: Irdi Hansen
0-2: Irdi Hansen
1-2: Malan á Dunga
2-2: Eyðvør Thomsen
3-2: Malan á Dunga
4-2: Ása úr Dímun