HB á veg Klaksvíkar við stórum sjálvsáliti

Hjá KÍ er stóra takið at fáa tað at rigga við nógvum nýggjum spælarum

Tað er klassikari á skránni í Klaksvík longu í fyrsta umfari. Meistararnir í HB eru á veg norður at vitja KÍ.

Hjá KÍ eru tveir miðverjar ikki tøkir. Deni Pavlovic er leikbannaður, og Ólavur Niclasen er skaddur.

Hjá HB eru Tróndur Jensen og Sebastian Pingel skaddir.

 

-Tað er einfalt hjá okkum. Vit fara hvørja ferð á vøllin við tí ætlan, at vit skulu vinna øll stigini, og soleiðis verður tað eisini í Klaksvík ídag, sigur miðvallarin Binni Hlöðversson.

Um hesa tíðina í fjør var hann ókendur í Føroyum og føroyskum fótbólti. Íslendski miðvallarin vísti seg at vera ein av berandi kreftunum á liðnum, sum vann FM við metnógvum stigum.

Í fyrstu atløgu var talan um eitt ára sáttmála. Jólaaftan varð kunngjørt, at nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður við Binna, og nú eru hann og liðfelagarnir á veg til Klaksvíkar, har teir í fjør vunnu fulla úrtøku í tveimum dystum.

 

Meðan HB í dag fer á vøllin við mest sum sama liði, sum í fjør vann FM, so er talan um nógv nýtt í Klaksvík. Sjey nýggir spælarar eru í hópinum, og fleiri lyklaspælarar eru burtur.

-Tað tekur tíð at samanspæla nýtt lið, og vit eru í holtur við ta uppgávuna. Leikararnir skulu læra hvønn annan at kenna, umframt at teir skulu venja seg við spælskipanina. So tað er stór avbjóðing, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.