Kvinnuliðið hjá HB fekk síni fyrstu stig, tá ið tær sunnudagin spældu á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hetta var ikki tann dysturin, sum roknað varð við, at HB skuldi hava sínar bestu møguleikar, men tað eydnaðist havnaliðnum at fáa einasta málið í dystinum. Málið kom beint fyri leiklok. EB/Streymur hevur annars fingið góð úrslit í ár, men sunnudagin máttu tær lúta fyri HB. Hetta var einasti dysturin í kvinnudeildini, sum varð spældur sunnudagin.