HB vann tveir dystir - AB vann ein dyst

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar millum AB og HB

AB og HB hava nú spælt móti hvørjum øðrum tríggjar ferðir í landskappingini.

 

Tað endaði væl hjá AB við einum 2-1 sigri á heimavølli úti í Vika á Argjum, men tað gjørdist einasta úrtøkan AB fekk í dystunum móti HB í ár.

 

Úrtøkan gjørdist seks stig til HB, ið vann tveir teir fyrru dystirnar, og so trý stig til AB, ið komu til høldar ígjár. 

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 7-3 til HB.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnar í dystunum millum HB og AB: 

 

 

 

AB – HB 1-3 (1-1) - 5. mars

 

0-1: Stefan Radosavljevic br. (20.)

 

1-1: Marius Kryger Lindh br. (24.)

 

1-2: Adrian Justinussen (74.)

 

1-3: Pætur J. Petersen (90. + 5)

 

HB – AB 3-0 (1-0) - 7. august

 

1-0: Hørður H. Askham 24.

 

2-0: Áki D. Samuelsen 49.

 

3-0: Stefan Radosavljevic 62.

 

 

 

AB-HB 2-1 (1-1) - 4. september

 

1-0 Ramzi Touré (31.)

 

1-1 Stefan Radosavljevic (40.)

 

2-1 Sjálvmál (64.)