HB vann á Svangaskarði

B68 misti týdningarmikið fet í royndini at flyta upp

Tað gekk ikki, sum støðutalvan bendi á, at tað fór at gera, tá ið næstbesta HB liðið seinnapartin av gestur á Svangaskarði.

HB fór til hús við øllum stigunum. Úrslitið var 2-0 til HB, sum var á odda 1-0, tá ið tað var hálvleikt.

Andrew av Fløtum er nýggjur ábyrgdarmaður fyri næstbesta HB liðnum. Millum spælararnar, sum hann vísir álit, er lítli beiggin, Rói av Fløtum, og tað var júst Rói, sum skoraði bæði HB málini í góðveðrinum á Svangaskarði.

Tað fyrra skoraði hann longu í sætta minutti, og tað seinna skoraði hann í 58. minutti.

Millum spælararnar á HB liðnum vóru veteranurin Símun Samuelsen o Heri Mohr, Hjalti Djurhuus og Poul Thomas Dam, sum fyrr í ár hava verið á besta liðnum.

 

Úrslitið ber við sær, at HB hevur 29 stig og má metast at hava tryggjað seg ímóti øllum vanda fyri hóttan av niðurflyting.

B68 hevur framvegis 39 stig og er á uppflytingarplássi. Men tað er bara eitt stig aftur til fjórða plássið, sum ber við sær, at talan ikki verður um uppflyting.