HB vann steypadystin

HB vann 3-0, tá teir á Tórsvølli spældu ólavsøkudyst móti grannunum úr B36. Fyri steðgin var talan fyri tað nógva um ein undirhaldandi dyst, men tá bæði liðini framdu nógvar útskiftingar, minkaðu intensiteturin spakuliga. Málskjúttar hjá HB vóru Andrew av Fløtum, sum skoraði tvær ferðir, og Páll M. Joensen. Eftir dystin fekk HB steyp til ognar frá býráðnum.