HB vann á greipuvinnarunum úr EB/Streymi, tá stórsteypadysturin, sum Lions Club skipaði fyri, var spældur í Gundadali seinnapartin. Úrslitið gjørdist 3-1.
Hans á Lag, Páll Mohr Joensen og Rógvi Poulsen stóðu fyri málunum hjá havnarfelagnum, meðan Brian Olsen skoraði einsamalla málið hjá EB/Streymi. Miðvallarin minkaði um leiðsluna til 2-1.
Atgongurmerkjasølan gav smáar 33.000, og Lions Club letur pengarnar til Barnaheimið.










