Tað var minst ein deild og kanska meiri enn tað á muni, tá ið HB í góðveðrinum í kvøld vann 11-0 á Tórsvølli ímóti grannunum í AB. Talan er um størsta sigur í bestu deildini, síðani kappingin í 2005 varð víðkað til 27 umfør.
Í 2001 vann B36 15-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá hevði B36 kós ímóti meistaraheitinum, og tølini í kvøld og støðutalvan og sannførandi avrikið í kvøld siga, at HB er á FM kós og uppaftur meiri enn áður, nú fleiri av teimum, sum hava verið skaddir í langa tíð, aftur eru við í kappingini um plássini á liðnum og í kvøld vístu, at teir eru væl fyri. Ikki minst Adrian Justinussen.
11-0 er størsti HB sigur síðani 1971, tá ið ÍF, sum var nýtt lið í bestu deildini, legði rygg til 14-1 tap á einasta vøllinum, sum tá var í Gundadali.
Eftir fyrra hálvleik var 5-0. Hóast heilt trivaligu leiðsluna, so kendist tað sum um, at heimamenninir vóru heilt svangir, tá ið teir eftir steðgin komu aftur á vøllin.
Sigurin ber við sær, at HB er oddalið – fimm stig undan KÍ – og umframt trivaliga stigamunin, so kendist tað í seinna hálvleiki, at teir í HB vóru sera uppsettir upp á at skjóta nógv mál og harvið styrkja um málúrtøkuna, sum tað er møguleiki fyri kann verða avgerandi, tá ið tað stutt fyri jól fer at verða endaliga gjørt upp.
Tað var einvegis ferðsla. Dan í Soylu setti hol á longu í fimta minutti, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, og hann varð so stórur, sum eingin sigur hevur verið hjá nøkrum í 19 ár.
Mikkel Dahl skoraði trý mál. Hattrikkið ber við sær, at hann nú hevur skorað sjey mál í fimm dystum. Tað er vorðið sum miðaltal. Talan er sjálvandi um eyðsýndan spælara, tá ið hann skorar trý mál í sama dysti og sjey mál í fimm dystum.
Men heilt stóri maðurin hjá HB í kvøld var, sum so ofta fyrr seinastu mánaðirnar, Daniel Johansen. Hann tók sær av bæði fríspørkum og hornaspørkum, og hann átti uppleggið til fimm mál.
At kappingin um plássini á HB liðnum er stór varð undirstrikað av, at miðverjin Delphine Tshiembe, skarpskjúttin Adrian Justinussen og miðvallarin Tróndur Jensen vórðu skiftir inn. Teir hava allir verið langtíðarskaddir og vístu seg at vera væl fyri. Adrian Justinussen vísti, at hann framvegis er heilt skarpur, tí fram ímóti dystarenda plaffaði hann tvær ferðir bóltin í málið úr stórari fjarstøðu.
AB avrikið var alt annað enn gott. Tað kendist sum um, at gestirnir av Argjum frá fyrsta bríksli ikki roknaðu við møguleikanum, at tað skuldi bera til. Verjuparturin var sera lítið sannførandi, og tá ið Bjarki C. Nielsen og Tóki á Lofti vóru í góðum støðum, heilkiksaðu teir.
##ms##
HB – AB 11-0 (5-0)
1-0: Mikkel Dahl 5.
2-0: Mathias Nygaard 11.
3-0: Bartal Wardum 24.
4-0: Mikkel Dahl 34.
5-0: sjálvmál 45.
6-0: Mikkel Dahl 48.
7-0: Dan í Soylu 51.
8-0: Dan í Soylu 65.
9-0: Adrian Justinussen 84.
10-0: Adrian Justinussen 88.
11-0: Dan í Soylu 90.
Dómari: Aron Sofus Vest
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi (Tróndur Jensen, 82.), Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Heðin Hansen (Delphin Tshiembe 63.), René S. Joensen (Adrian Justinussen, 70.) – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl
Á beinkinum: Jákup Højgaard, Ási Dam, Kevin Schindler, Øssur Dalbúð
Gult kort: eingin
Venjari: Jens Berthel Askou
AB: Bjarti Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson, Sørin Samuelsen, Gert Drangastein (Eli S. Christiansson, 36.), Sørin Samuelsen, Jákup Pauli Breckmann, Ásbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti, Bartal S. Petersen (Ragnar Rasmussen, 75.), Bjarni Skála, Ári Arge – Bjarki C. Nielsen
Á beinkinum: Silas Eyðsteinsson, Janus Svabo Samuelsen, Leivur Fossdal Guttesen, Tróndur J. á Høvdanum, Gilli Róason
Gult kort: Bartal S. Petersen, Jákup Pauli Breckmann
Venjari: Tonny Brimsvík
HB | 17 | 15 | 1 | 1 | 52 | 12 | 46 |
KÍ | 17 | 13 | 2 | 2 | 55 | 17 | 41 |
B36 | 16 | 12 | 1 | 3 | 49 | 20 | 37 |
NSÍ | 16 | 11 | 2 | 3 | 29 | 10 | 35 |
Víkingur | 15 | 7 | 2 | 6 | 30 | 23 | 23 |
ÍF | 16 | 6 | 2 | 8 | 19 | 33 | 20 |
EB/Streymur | 15 | 3 | 1 | 11 | 9 | 36 | 10 |
TB | 15 | 1 | 4 | 10 | 9 | 24 | 7 |
AB | 17 | 0 | 7 | 10 | 11 | 49 | 7 |
Skála | 16 | 0 | 2 | 14 | 9 | 48 | 2 |