HB vann seg við stórspæli í finaluna

Leygardagin verður tað avgjørt, um HB fer at vinna greipuna, ella um Víkingur við finalusigri skal vinna pláss í Europa frammanfyri KÍ

Í lutfalsliga góðum fótbóltslíkindum í Klaksvík hevur HB seinnapartin tryggjað sær rættin at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið. Finalan verður seinnapartin leygardagin. Tá verður tað avgjørt, um HB skal vinna greipuna, ella um Víkingur skal vinna steypakappingina og tryggja sær atgongumerki at taka lut í Europa næsta summar.

Talan verður um endurtøku av finaluni í fjør, tá ið HB vann 3-1 ímóti Víkingi.

Um HB leygardagin fer at vinna steypakappingina og harvið greipuna, so vera tað bronsuvinnararnir í KÍ, sum næsta summar fara at spæla í Europa.

Í dag var HB fyri tað mesta í meistarahýri. Serliga í fyrra hálvleiki var NSÍ sum fluga í fløsku. HB hevði fult og heilt tamarhald á spælinum, HB spælararnir vóru skjótari, vunnu nærdystirnar, fluttu seg meiri og vóru taktiskt sera vaknir og tilvitaðir.

Í fyrra hálvleiki var HB frammanfyri 2-0. Daniel Johansen og Adrian Justinussen skoraðu málini.

Eftir steðgin royndi NSÍ at vísa meiri tyngd í nærdystunum, men fyri tað mesta hevði HB tak á tí. So var tað, at Klæmint A. Olsen minkaði um munin. Tað var mest sum burtur úr ongum, men tað kveikti av álvara spenning. Teir í NSÍ tevjaðu møguleikan, at tað skuldi bera til at javna, og NSÍ spenti álopsbogan.

Tað eydnaðist ikki NSÍ at javna. Í staðin var tað HB, ið økti um munin til 3-1. Eyðsýndi Mathias Nygaard streyk ígjøgnum í høgru, og tá ið hann legði bóltin út frá baklinjuni, var Daniel Johansen á rætta stað í røttu løtu og skoraði fyri aðru ferð í dag, tá ið hann staðfesti sigurin.

 

NSÍ – HB 1-3 (0-2)

0-1: Daniel Johansen 8.

0-2: Adrian Justinussen 45.

1-2: Klæmint A. Olsen 55.

1-3: Daniel Johansen 81.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper F. Christjansen, Betuel Hansen (Búi Egilsson, 57.), Rógvi Egilstoft, Pætur  Turiðarson Skipanes (Aron Knudsen, 57.) – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Búi Egilsson

Venjari: Allan K. Jepsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Hørður H. Askham,Delphin Tshiembe, Bartal Wardum – Heri H. Mohr, Mathias Nygaard (Tróndur Jensen, 88.), Heðin Hansen, Daniel Johansen – Dan í Soylu (Mads Bo Mikkelsen, 84.), Mikkel Dahl (Pætur J. Petersen, 77.), Adrian Justinussen

Gult kort: Mathias Nygaard

Venjari: Jens Berthel Askou