HB vann á norðoyastevnu

2. deild: Klaksvíkingar vóru í stevnuhýri og gjørdu tvey sjálvmál

Klaksvíkingar, sum hava hildið málið reint farnu tríggjar dystirnar, lótu hesa ferð trý mál fara inn, og teir høvdu sjálvir seinasta fótin á tveimum teirra.

HB var á vitjan í Klaksvík leygardagin, og norðoyastevnudysturin, sum eisini var steypadystur, endaði við 3-2 sigri til havnamenninar.

KÍ meira spæl og kjansir fyrra hálvleik, men tað var HB, sum fekk einasta málið. Hetta málið kom beint fyri hálvleiksstegðin. Klaksvíkingar vóru passivir í verjuspælinum, og so kom ein HB?ari ímillum og sendi bóltin fram við málverjanum og tveimum verjuspælarum. Á veg í málið fekk ein av verjuspælarunum hjá KÍ bóltin aftur, men hann varð trýstur av Eyðuni Samuelsen, og sendi bóltin í egið mál.

KÍ hevði frammanundan havt onkur tilboð. Tvær ferðir vóru teir nær eftir hornaspark, og Atli Danielsen og Eyðun Klakstein høvdu eisini royndir.

HB dúvaði upp á skjótu áslopsmmenninar, Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen, men teir komu betur til sín rætt í seinna hálvleiki enn í fyrra hálvleiki.


Aftur og fram

Eftir hálvleikssteðgin gekk spælið nógv aftur og fram. KÍ legði meira fyri fram eftir vøllinum, og tað gav eisini HB-spælarunum pláss, tá teir fóru í álop.

Stutt eftir steðgin javnaði KÍ, tá Tomislav Sivic sendi upp um HB-verjuna. Eyðun Klakstein tamdi fram við einum verjumanni og sendi bóltin í málið.

Men KÍ-arnir vóru ikki komnir yvir málið, tá Gunnar Mohr legði HB fram um 2-1. Hetta hendi eftir álop í vinstru síðu, og Gunnar var fyrstur á innlegginum við fremru stong.

KÍ javnaði aftur, tá Tomislav Sivic varð spældur leysur, og hann sendi bóltin fram við HB-málverjanum og í málið til 2-2.

Bæði KÍ og HB høvdu eftir hetta onkra naska roynd, men tað gjørdist heimaliðið, sum skoraði seinasta málið. Tíverri fyri klaksvíkingar var tað í egið mál. Bólturin varð lagdur inn fyri úr høgru síðu, og við tætt inni við málið, rakti hann ein KÍ-verjuspælara og endaði í meskunum.

3-2 til HB, sum við sigrinum fóru fram um KÍ. Klaksvíkingar liggja nú aftast í 2. deild, men at døma eftir dystinum leygardagin, eru teir einki verri enn hini liðni, teir kappast við í niðaru hálvu av deildini. Teir skulu bara skora fleiri mál í rætta endanum.


KÍ-HB 2-3 (0-1)

0-1: Sjálvmál

1-1: Eyðun Klakstein

1-2: Gunnar Mohr

2-2: Tomislav Sivic

2-3: Sjálvmál