HB skuldi í dag royna at tippa holið til tey fremru liðini, sum NSÍ millum annað taldist ímillum.
NSÍ rann í dag á vøllin í Gundadali uttan Pól Thorsteinsson og Anderson Castillo. Báðir hava teir havt nógv at siga fyri NSÍ í ár, og hetta sást eisini aftur í Gundadali. HB hevði lítla yvirvág í spælinum, sum var eyðkent av lítlari leikferð. Í 1. hálvleiki høvdu liðini so mikið stóra virðing fyri hvørjum øðrum, at tey løgdu meiri í at verja enn at leypa á, og tí var málleyst í steðginum.
2. hálvleikur stóð ikki nógv frammanfyri fyrra hálvleik, men nú vórðu mál skorað. Tvey mál komu, og bæði fullu til heimaliðið. Fyrst var tað Mortan úr Hørg, ið legði HB odda. 5 minuttir fyri leiklok avgjørdi Rógvi Jacobsen, tá ið hann gjørdi tað hann er bestur til, nevniliga at skalla bóltin í netið.
Við 2-0 sigrinum hevur HB vunnið 10 stig, sum røkkur til fjórða plássið. NSÍ er á triðja plássi.
HB?NSÍ 2-0
1-0: Mortan úr Hørg
2-0: Rógvi Jacobsen