Fyrsta steypafinalan í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá FSF varð spæld í kvøld. Hetta var í U18 hjá dreingjum, har NSÍ og HB dystaðust um Thomas Dam Intersport-steypið.
Tað gjørdist til eina ógvuliga drúgva finalu. Finalan byrjaði kl.19.00, og klokkan var farin av 21.30 áðrenn steypavinnarin varð funnin.
NSÍ spældi uttan U18-profilarnar, Petur Knudsen og Andri Benjaminsen, sum skulu vera við í besta NSÍ-hópinum til finaluna um Løgmanssteypið ímóti B36 í annaðkvøld.
HB var betra liðið í hesi finaluni, men tað gekk striltið at skjóta mál. Í evstu løtu fekk HB ein risa møguleika, men Eli Joensen í NSÍ-málinum var tó vakin og fekk vart fyri.
Dysturin endaði 0-0, og neyðugt var við longdari leiktíð. Í longdu leiktíðini var HB eisini ógvuliga tætt við at fáa avgerandi málið, men aftur her hálaði Eli Joensen eina stórbjarging fram.
Eisini longda leiktíðin, sum var tvær ferðir 10 minuttir, endaði málleys. Harvið var neyðugt við brotssparkskaping, og har stóð HB seg væl betur og fór avstað við steypasigrinum eftir 4-1-sigur.
NSÍ – HB 0-0 (0-0) – 1-4 eftir brotssparkskapping
Brotssparkskapping
0-1: Jógvan Petersen (HB) skorar
0-1: Aron Knudsen (NSÍ) skjýtur upp um
0-2: Daniel Johansen (HB) skorar
0-2: Sonni Mikkelsen (NSÍ) misnýtir – Mattias Lamhauge bjargar
0-3: Hans Jákup Annfinsson (HB) skorar
1-3: Sølvi Sigvardsen (NSÍ) skorar
1-4: Adrian Justinussen (HB) skorar
Byrjunaruppstillingar
NSÍ
1. Eli Joensen
4. Sjúrður Pauli Nielsen
6. Pætur Hentze
7. Dávid á Roykheyggi
8. Sølvi Sigvardsen
9. Steffan S. Abrahamsson Løkin
10. Jógvan Højgaard
11. Pól Jákup Lundsbjerg
13. Hans Marius Davidsen
15. Atli Djurhuus Petersen
17. Kári Hansen
Venjari: Abraham Løkin
HB
25. Mattias Lamhauge
3. Daniel Johansen
5. Bjarni Brimnes
6. Hjalti Kárason Djurhuus
7. Símun Sólheim
10. Adrian Justinussen
14. Jógvan Petersen
15. Martin Hjaltalin Dam
16. Sveinur Lava Olsen
17. Hans Jákup Annfinsson
18. Hanus P. Danielsen
Venjari: Jan Dam