HB legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá Yohan Borðoy spældi Páll Holm Jacobsen leysan, sum skoraði. Í seinna hálvleiki legði Hendrik Rubeksen tvær ferðir upp til Jóhan Ejvind Mouritssen, ið skoraði til bæði 2-0 og 3-0, sum eisini var endaliga úrslitið.
Á HB liðnum vóru fleiri spælarar, ið hava roynt seg í bestu deildini. Hans á Lag, Bárður Mortansson, Jóhan Ejvind Mouritssen, Hendrik Rubeksen og Tróndur Sigurðsson, hava allir spælt á besta liðnum hjá HB, meðan Jonn Thomsen í fleiri ár hevur spælt á besta liðnum hjá ÍF, men nú hevur skift til HB.
Í komandi umfarið fær HB vitjan av TB, EB/Streymur vitjan av B68.