HB vann dystin um silvurið

Havnarfeløgini bæði høvdu silvurkrónurnar at stríðast fyri, tá ið feløgini hittust í Gundadali í gjár. HB vann trygt 3-0 í undirhaldandi dysti, sum fekk eina vend, tá ið B36 fekk ein mann útvístan

FÓTBÓLTUR

 

Hóast flestu eygu vóru vend mótvegis EB/Streymi og teirra møguleika fyri at vinna føroyameistaraheitið, so var ein stórur dystur í høvuðsstaðnum í gjár. HB og B36 stríddust nevniliga fyri at vinna sær silvurheiðursmerkini í Formuladeildini, og nógv fólk vóru uppmøtt fyri at síggja, hvør skuldi vinna slagið um høvuðsstaðin og harvið eisini silvurheiðursmerkini.

Hjá HB var Kári Nielsen ikki tøkur vegna skaða, meðan Odmar Færø hjá B36 var leikbannaður.

 

Lív í

Frá fyrsta bríksli var veruligt lív í dystinum, eins og tað skal vera í slíkum uppgerðum. Eingin vildi tapa slagið um høvuðsstaðin, og menn fóru eisini við fullari megi í hvønn einasta nærdyst.

HB hevði yvirvág í spælinum fyrstu løtuna, og tað vóru eisini teir, sum løgdu seg á odda tíðliga í dystinum. Bara fimm minuttir vóru farnir, tá ið HB setti eitt álop í gongd í høgru síðu. Innlegg kom inn í brotsteigin, haðani ein skotroynd varð latin av, og Meinhard Joensen bjargaði hesari beint út til ein púra leysan Andrew av Fløtum, sum lættliga kundi leggja HB á odda 1-0.

B36 royndi eftir málið at trýsta, og tað eydnaðist eisini í ein ávísan mun. Heilt vandamikið bleiv tað tó ikki, og skotroyndirnar vóru ofta ov langt burturi frá málinum.

 

Jákup á Borg útvístur

Tá ið góður hálvur tími var leiktur, hendi mest umtalaða støðan í dystinum. HB hevði sett seg ígjøgnum við nøkrum hørðum takklingum, og eftir eina av hesum høvdu B36-leikararnir fingið nokk. Fleiri teirra flokkaðust rundan um dómaran, Eiler Rasmussen, og Jákup á Borg mundi havt tikið ov rívan til, tí Eiler gav honum reyða kortið fyri at hava sagt eitthvørt.

Hetta gjørdi tað als ikk lættari hjá B36, og HB fekk nú væl meiri pláss at spæla á. Hetta gagnnýttu teir tríggjar minuttir áðrenn hálvleikssteðgin, tá ið tað eydnaðist teimum at økja til 2-0. Páll Mohr Joensen sendi eitt fríspark á málið, sum Meinhard Joensen bjargaði, men á returbóltinum var Fróði Benjaminsen klárur, og skoraði til 2-0 ímóti gomlu liðfeløgum sínum.

2-0 var eisini hálvleiksstøðan.

 

B36 omaná

HB kom betur frá byrjan í seinna hálveiki, har teir høvdu nógv pláss at spæla bóltin sínamillum. B36 vann seg tó væl inn aftur í dystin, og eitt skifti í seinna hálvleiki høvdu teir bóltin nógv og løgdu trýst á HB-verjuna. Spælið var gott til tíðir, og í nøkrum støðum vóru teir eisini tætt við at fáa spenning aftur í dystin. Tættastur var Ingi Højsted, sum sendi eitt langskot fáar sentimetrar framvið HB-málinum.

Burtursæð frá hesum hevði HB gott tamarhald á støðuni, og spældi bóltin róliga sínamillum. Hetta drap stóran part av tíðini, men gott eitt korter fyri leiklok økti HB til 3-0. Innskifti Rókur av Fløtum Jespersen sendi innlegg úr høgru, og inni í brotsteiginum kundi ein púra leysur Fróði Benjaminsen økja til 3-0 við væl stýrdum skoti upp undir nettakið.

Eftir hetta fingu liðini hvønn sín stóra málmøguleika. HB var nær við eftir trunkaspæl í B36-brotsteiginum, meðan Hanus Thorleifsson var tætt við at pynta um úrslitið fyri B36, tá ið hann stútaði eitt hornaspark fáar sentimetrar omanfyri málið.

HB dugdi ómetaliga væl at gagnnýta málmøguleikar, og við uppiborna 3-0 sigrinum kunnu teir nú fegnast um silvurið, meðan kappingarneytarnir úr B36 nú mugu gera arbeiðið liðugt fyri at fáa bronsumerkini um hálsin.