HB vann dystin - TB og Helen skrivaðu evropeiska fótbóltssøgu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í einari bestu mansdeild í einum UEFA-limalandi hevur ein kvinna staðið við høvuðsábyrgdini av einum liði.

 

Helen Lorraine Nkwocha, nýggjur høvuðsvenjari hjá TB hevur skrivað evropeiska fótbóltssøgu í dag (Mynd: Dagfinn Olsen)

Helen Lorraine Nkwocha, nýggjur høvuðsvenjari hjá TB hevur skrivað evropeiska fótbóltssøgu í dag (Mynd: Dagfinn Olsen)

Í dag kunnu bæði TB og HB fegnast.

 

HB-arnir kunnu fegnast um ein trivaligan 6-1 sigur á TB við Stórá í Trongisvági, har TB var væl við í fyrra hálvleiki, og var bara aftanfyri 1-2 í steðginum. Í seinna hálvleiki setti HB tó tingini uppá pláss við fýra málum aftrat. Sigurin førir HB uppá 46 stig, og eru teir komnir væl nærri at tryggja sær evropeiskan fótbólt komandi ár.

 

Í TB kunnu tey ikki fegnast um úrslitið við Stórá í dag. Men TB og nýggi enski høvuðsvenjarin, Helen Lorraine Nkwocha kunnu fegnast um at hava skrivað evropeiska fótbóltssøgu. Helen Lorraine Nkwocha er nevnliga fyrsta kvinnan nakrantíð, ið er høvuðsvenjari hjá einum liðið í einari bestu fótbóltsdeild hjá monnum í einum UEFA-limalandi, og tað er sanniliga evropeisk søguskriving sum tey í TB kunnu stórfegnast um. 

 

TB hevur trý stig á aftasta plássið, men komandi leygardag vitjar ÍF við Stórá, og vónirnar eru ikki sørar, at TB kann fáa fyrsta sigurin í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Leygardagin spælir HB grannauppgerð móti B36. 

 

TB-HB 1-6 (1-2)

 

0-1 Michal Przybylski 7.

 

0-2 Michal Przybylski 10.

 

1-2 Ken Fagerberg br. 32.

 

1-3 Mikkel Dahl 60.

 

1-4 Mikkel Dahl 86.

 

1-5 Jákup Thomsen 89.

 

1-6 Mikkel Dahl 92.

 

Dómari: Aron Sofus Vest

 

TB: Nikola Stoisavljevic – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Toni Takamäki – Nikolei Johannesen (Andreas Midjord, 59.), Ibrahim Moro, Dánjal Godtfred, Samudeen Musah, Karim Elkhatib – Ken Fagerberg (Musah Armah, 46.)

 

Venjari: Helen Lorraine Nkwocha

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen (Ási Dam, 83.) – Pætur J. Petersen (Jákup L. Thomsen, 69.), Michal Przybylski, Dan í Soylu, Adrian Justinussen (Áki D. Samuelsen, 78.) – Stefan Radosavljevic, Mikkel Dahl

 

Venjari: Kevin Schindler

 

##med2##

 

 

 

23212092765
Víkingur231652522153
HB221444691946
B36231193462442
NSÍ241158453638
07 Vestur236413296522
EB/Streymur225413204519
B68235414255819
ÍF233416216013
TB22031913773

 

 

 

Leygardagin 2. oktober

 

Víkingur - EB/Streymur

 

B68 - 07 Vestur

 

B36 - HB

 

TB - ÍF

 

Helen Lorraine Nkwocha, nýggjur høvuðsvenjari hjá TB hevur skrivað evropeiska fótbóltssøgu í dag (Mynd: Dagfinn Olsen)

Helen Lorraine Nkwocha, nýggjur høvuðsvenjari hjá TB hevur skrivað evropeiska fótbóltssøgu í dag (Mynd: Dagfinn Olsen)

Enska Helen Lorraine Nkwocha er fyrsta kvinnan, ið er høvuðsvenjari hjá einum liði í einari bestu mansdeild í einum UEFA-limalandi (Mynd: Dagfinn Olsen)

Enska Helen Lorraine Nkwocha er fyrsta kvinnan, ið er høvuðsvenjari hjá einum liði í einari bestu mansdeild í einum UEFA-limalandi (Mynd: Dagfinn Olsen)