HB vann Cadbury steypið

Í einum intensum og spennandi dysti, vann HB í morgun finaluna um Cadbury steypið

 

HB hevur í morgun vunnið steypakappingina fyri dreingir undir 14 ár. HB vann finaluna 1-0 móti KÍ í einum intensum og spennandi dysti.

 

Einsamalla málið í dystinum skeyt Sveinur Lava Olsen, tá umleið tíggju minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki. Málið kom eftir at Sveinur hevði snýtt nakrar verjuleikarar hjá KÍ, og síðani smekkaði bóltin í netið.

 

Eftir at HB kom á odda 1-0, royndi KÍ at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og fleiri ferðir vóru teir nær við.

 

Seinastu løtuna av dystinum, var HB tó um reppið at økja til 2-0.

 

Samanumtikið ein jøvn og spennandi U-14 finala, har HB at enda dró tað longra stráðið.

 

Klokkan 12:00 verður onnur steypafinalan í dag. Hon verður hjá U-14 gentum, har B68 og EB/Streymur spæla finaluna um Eilif Arge steypið.

 

HB-KÍ 1-0 (0-0)

1-0 Sveinur Lava Olsen.