Dagsins fyrsta ungdómssteypafinala byrjaði longu klokkan 10 í morgun á Tórsvølli, tá ið U14-liðini hjá HB og B71 skuldu spæla um Cadbury steypið.
Hjá U14 verður spælt í 70 minuttir - 35 minuttir hvønn vegin.
Tað var B71, ið byrjaði best, tá ið Kristian Krogh Hentze eftir sjey minuttir legði B71 á odda við brotssparki. Tó fór HB til hálvleiks við einari eittmálsleiðslu, tí at undan steðginum skoraði Leivur Fossdal Guttesen, har fyrra málið var eitt vakurt langskotsmál.
Í seinna hálvleiki var einvegis ferðsla, og endaliga úrslitið bleiv alt annað enn pent fyri B71. Við málum frá Elias Ellefsen á Skipagøtu, Samuel Johansen Chukwudi, Ari Arge, Baldi Gillason, sjálvmáli og trimum málum afturat frá Leivi Fossdal Guttesen gjørdist endaliga úrslitið heili 10-1 til HB, ið sostatt er vinnari av Cadbury steypinum.
Fimmmálskjúttin, Leivur Fossdal Guttesen, varð valdur til dagsins leikara.
Hesir mannaðu liðini:
B71: Dawid Nowicki, Jóhan Pál Sandoy, Gardar Fagradal, Alvi Jespersen, Jónas Warner, Jóhan Petur Hentze, Bogi Hentze, Kristian Krog Hentze og Pól Johannus Hentze.
Á bonkinum hjá B71: Alexandur Don Jacobsen, Lassi Klein, Brian August Erlingson, Pætur Nolsøe, Jákup Høgnason og Fróði Højsted.
Venjari: Jonathan Warner.
HB: Pauli Mittún, Samuel Johansen Chukwudi, Ari Arge, Ovi Lützen, Brian Slyne, Gilli Róason, Tórur F. Joensen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Leivur Fossdal Guttesen.
Á bonkinum hjá HB: Dánjal S. Poulsen, Dánjal Nolsøe Leifsson, Baldur Gillason og Ási Dam.
Venjari hjá HB: Rasmus Nolsøe